Uttanlands

– Kríggið fer at vara leingi

Ísraelski herurin fyrireikar seg til, at kríggið móti Hamas heldur fram restina av árinum

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-01-01 09:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ísraelski herurin væntar, at kríggið móti Hamas fer at halda fram restina av nýggja árinum, og fyrireikar herurin seg til eitt langt stríð.

Tað sigur Daniel Hagari, talsfólk hjá ísraelska herinum.

Sivilfólk í Gazageiranum eru hart rakt av krígnum millum Ísrael og Hamas, og fleiri enn 500.000 børn hava tørv á bráðfeingis hjálp, skrivar DR.

Í gjár boðaðu heilsumyndugleikarnir í Gaza, sum eru stýrdir av Hamas, frá, at tilsamans 21.822 palestinar hava latið lív og 56.451 eru særdir í ísraelskum álopum síðan 7. oktober.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder