Uttanlands

– Kríggið fer at vara tveir til seks mánaðir afturat

Tað metir ráðgevi hjá ukrainska forsetanum, nú beint yvir 100 dagar eru farnir, síðan kríggið byrjaði í Ukraina

Ukrainskir hermenn í pólska høvuðsstaðnum Varsjava vitja grøvir hjá ukrainskum hermonnum, sum lótu lív undir seinna heimsbardaga (Mynd: EPA)

Ukrainskir hermenn í pólska høvuðsstaðnum Varsjava vitja grøvir hjá ukrainskum hermonnum, sum lótu lív undir seinna heimsbardaga (Mynd: EPA)

2022-06-04 14:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Kríggið í Ukraina fer at vara tveir til seks mánaðir afturat, metir Mykhailo Podoljak, ráðgevi hjá ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj.

Tað veldst um, hvussu nógv vápn Ukraina fær úr vesturheiminum, sigur hann í samrøðu við Putin-kritiska russiska netmiðilin Medusa, sum Ritzau endurgevur.

Hann leggur afturat, at hann ikki heldur, at tað kann gera ein enda á krígnum, um Ukraina velur at geva landøki til Russlands.

Eitt krav frá Russlandi hevur verið, at Ukraina skal viðurkenna Krim-hálvoynna sum russiskt øki og Donetsk og Luhansk sum sjálvstøðug lýðveldi.

Podoljak sigur eisini, at tilsamans 80.000 russisk herfólk, ukrainsk loysingarfólk og leiguherfólk eru dripin ella særd í krígnum higartil. Hetta er tó ikki váttað frá óheftari síðu.

Í gjár vóru 100 dagar síðani kríggið byrjaði. Tað byrjaði við russisku innrásini 24. februar, og síðan tá hava túsundatals fólk latið lív, umframt at milliónir av fólki eru rýmd úr heimi teirra í Ukraina. 

Ukrainski forsetin hevur sagt, at hvønn dag verða 100 ukrainsk herfólk dripin og 500 særd.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder