Uttanlands

– Kríggið í Iran var orsøkin

Kríggið í Iran var orsøkin til stóra republikanska ósigurin á amerikanska miðskeiðisvalinum týsdagin, siga amerikanski forsetin og varaforsetin.

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: Mandel Ngan/AFP/Ritzau Scanpix)

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: Mandel Ngan/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-11-05 14:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað var kríggið í Iran, sum var orsøkin til stóra republikanska ósigurin á amerikanska miðskeiðisvalinum týsdagin.

Tað siga bæði amerikanski forsetin, Donald Trump og amerikanski varaforsetin, J.D. Vance sambært Ritzau.

– Um tit vilja vísa á, at tað var tað vert - at tað vart tað vert at missa Senatið komandi seks árini - so gerið tað. Sigið, at tað var ein prísur, sum var verdur at gjalda, skrivar Vance á X.

– Men øll vita, hví vit taptu. Og einhvør ærlig samrøða um, hvar vit skulu fara herfrá, má byrja har, sigur hann.

Les eisini: USA hevur partvíst skift politiska síðu

Trump ásannar, at kríggið var orsøkin til, at prísurin á brennievni fór upp, men kortini metir hann, at tað var tað vert, tí kríggið forðar Iran í at metta kjarorkuvápn.

– Hatta við Iran noyddust vit at gera, og vit halda fram við tí, undirstrikar amerikanski forsetin.

– Eg kann siga tykkum, at viðvíkjandi krígnum hevði eg ikki gjørt nakað øðrvísi.

Trump heldur tó uppá, at um hann hevði verið á atkvøðuseðlinum, høvdu Republikanarar vunnið valið.

Les eisini: Heldur ikki fram sum republikanskur leiðari í Umboðsmannatinginum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder