2022-06-19 12:48
Nato-londini eiga at fyrireika seg uppá, at kríggið í Ukraina kann vara í fleiri ár.
Tað sigur Jens Stoltenberg, aðalskrivari hjá Nato í samrøðu við týska blaðið Bild am Sonntag, sum Ritzau endurgevur.
– Vit mugu ikki steðga við at stuðla Ukraina, eisini hóast prísurin er høgur, ikki bara orsakað av hernaðarligum stuðli men eisini orsakað av vaksandi orku- og matvøruprísum, sigur hann.
Á Nato-toppfundi í spanska høvuðsstaðnum Madrid seinni í hesum mánaðinum, væntast Nato-londini at finna semju um ein hjálparpakka til Ukraina við vápnaútgerð frá Nato.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald