- Tað er stórt spell og atfinningarsamt, at Kringvarp Føroya ber tíðindi, ið síðan tey vórðu almannakunngjørd í 2018, eru afturvíst aftur og aftur. Tað verður ikki meir veruligt, bara tí vit endurtaka tað.
- KVF sigur í tíðindainnslagið í morgun, at plastposin er meira umhvørvisvinarligur enn t.d. bumullsposin, sambært kanning frá DTU og Miljøvarestyrelsen. Ein kanning ið er kritiserað og eitt úttalilsi ið er afturvíst.
Soleiðis byrjar Ingilín Didriksen Strøm eitt lesarabræv, sum hon hevur orðað, eftir at Kringvarp Føroya í tíðindunum í morgun klokkan átta vísti á eina danska kanning um plastdálking. Har er eisini ein grein á kvf.fo um kanningina
Trupulleikin er, at kanningini er næstan tvey-ára gomul, og DTU hevur síðani ásanna, at mistøk eru í kanningini. Tað var Danmarks Tekniske Universitet, sum gjørdi kanningina fyri danska umhvørvisstýrið. Hon snúði seg um, at plastposar fara betur við umhvørvinum enn posar, sum eru gjørdir úr bummull.
Ingilín Didriksen Strøm vísir í lesarabrævi sínum á, hvørjir trupulleikar eru í kanningini. Til ber at lesa tað her
Júst Ingilín skal luttaka í kjakið í Breddanum í dag um plastbann, ið Javnaðarflokkurin hevur lagt uppskot fram um skal setast í verk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald