Samgonguskjalið verður kunngjørt í morgin fyrrapart, og tá verður væntandi greitt hvussu ABH-samgongan ætlar at skipa Kringvarp Føroya framyvir.
Men longu nú er greitt, at Miðflokkurin fær menta- og uttanríkismál at umsita í nýggju samgonguni.
Fer Miðflokkurin at fylgja sínum egna politikki í samgonguskjalinum, so verður Kringvarpið avtikið. Undir mentanarpolitikki á heimasíðuni hjá Miðflokkinum stendur millum annað soleiðis:
- Almenna Kringvarpið eigur at verða tikið av, og núverandi uppgávur tess eiga at vera útbjóðaðar til privatar støðir gjøgnum sokallaðar Public Service sáttmálar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald