Innanlands

- Kundi velja at koppa á pallinum ella í túninum

Sólvit Nolsø var júst komin á pallin, og skuldi umboða Framsókn á valfundinum í Lívdini. Men tá myndin kom á Framsókn aftur, stóð Ruth Vang har

Sólvit Nolsø stóð ikki leingi á pallinum, men myndamaðurin hjá Jn.fo fekk kortini eina mynd av honum á valfundinum í Lívdini mikukvøldið (Mynd: Jóanis Albert Nielsen / Jn.fo)

Sólvit Nolsø stóð ikki leingi á pallinum, men myndamaðurin hjá Jn.fo fekk kortini eina mynd av honum á valfundinum í Lívdini mikukvøldið (Mynd: Jóanis Albert Nielsen / Jn.fo)

2022-11-24 16:59 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tey, sum hugdu eftir valfundinum í Lívdini í gjárkvøldið undraðust helst yvir at Sólvit Nolsø brádliga varð skiftur út við forkvinnuna Ruth Vang.

Orsøkin var, at nýggja valevni hjá Framsókn bleiv illa fyri, og mátti fara av pallinum.

- Tað stutta av tí langa er, at eg kundi velja millum at koppa á pallinum ella í túninum og eg valdi at fara út í tún, skrivar Sólvit Nolsø á Facebook seinnapartin.

- Júst hví hesi herðindi onkuntíð koma á meg, er ilt at siga, men útfrá tí meistarligu røkt eg fekk úti á Landssjúkrahúsinum í gjárkvøldið, so finna tey nokk eisini at enda útav, hví holdið onkuntíð knockoutar meg, skrivar hann.

- Mann kann eisini fegnast um, at nógv góð fólk bjóða seg til í politikki, tí tey manglaðu ikki í túninum í Lívdini í gjár - og eingin teirra spurdi um politiskan lit, men tey vórðu øll samverjar, heldur enn prestar ella Levitar, skrivar Sólvit Emilsson Nolsø.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder