
Umstøðurnar hjá teimum, sum hava ampa av larmi frá skipum við bryggju, eru einki batnað eftir at kommunala reglugerðin um markvirðir fyri larm kom í gildi.
Henda reglugerðin ger meira skaða enn gagn. Tað vísir felagsskapurin Heimafriður á í skrivi í dag.
Seinastu vikurnar hevur felagið fingið fleiri klagur úr Ánunum, Kollafirði, Tórshavn og Runavík, um skip, sum halda ov nógvan gang.
Felagið skrivar, at fólk livdu í vónini um at fáa frið í egnum heimi, men kommunala reglugerðin, sum kom í gildi 1. januar í ár, hevur víst í verki, at hon er sett í gildi fyri at rættvísgera larmin við havnaløgini.
- Í grundini hevur reglugerðin gjørt tað verri fyri borgarar nær havnaløgunum, tí tá tey nú klaga, so fáa tey bara at vita, at larmurin er innanfyri markið. Kontakta tey Umhvørvisstovuna, fáa tey at vita, at kommunan er kærumyndugleiki, og at kommunala reglugerðin er galdandi.
Sambært kommunalu reglugerðini skulu ljóðmátingar gerast, um skipið, sum verður klagað um, fyri síðani at meta um, hvørt skipið skal gera ábøtur til næstuferð skipið kemur til bryggju.
- Í praksis merkir hetta, at fólk skulu bíða eftir friði út í endaloysi, tí tað eru fleiri hundratals skip, sum potentielt koma til bryggju í Føroyum. Harafturat eru ongar avleiðingar ella revsing fyri at bróta kommunalu reglugerðina. Afturat hesum vaskar okkara umhvørvismyndugleiki hendur og gevur ábyrgdina til kommunurnar at avgreiða og umsita, skrivar Heimafriður og leggur afturat:
- Landsstýrismaðurin skal vita, at fólk, sum hava sett sítt álit á, at okkurt fór at batna, hava sæð, at kunngerðin hevur gjørt meira skaða enn gagn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald