Innanlands

- Landsstýrið vil í kommunalu kassarnar

Borgarstjórin í Tórshavnar kommunu ger í dag vart við, at uppskotið hjá landsstýrismaninum er at meta sum brot á stjórnarskipanina og grundlógina.

Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu (Mynd: Sverri Egholm)

Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu (Mynd: Sverri Egholm)

2026-10-20 21:26 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Landsstýrið vil í kommunalu kassarnar eftir pengum fyri at betala fyri sparingar og at pynta landsins fíggjarlóg, og eg má siga, at tað er beinleiðis ófrættakent at lurta eftir viðgerðini í Løgtinginum, skrivar Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu í dag, nú løgtingið hevur havt fyrstu viðgerð av málinum.

Uppskotið frá Jacob Vestergaard, landsstýrismanni, avtekur heimildina hjá kommunalum havnum at taka havnagjøld og onnur gjøld, sum fara beinleiðis til tænastur á havnunum.

Borgarstjórin heldur, at uppskotið er at meta sum brot á stjórnarskipanina og grundlógina, at tað er sera ófullfíggjað, og at tað eyðsýnt reisir spurningar um ognartøku. Hon heldur eisini, at kommunala sjálvræðið ikki verður virt.

Hon tekur tó fram, at summir løgtingslimir, bæði í samgongu og andstøðu, ikki stuðla málinum.

- Latið nú málið fella og finnið sparingar á egnum økjum, skrivar Elsa Berg.

Málið varð til fyrstu viðgerð í dag, og liggur nú í vinnunevndini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder