Innanlands

– Landsstýrismaðurin hevur onga heimild at taka nakra avgerð

– Vit taka á ongan hátt undir við heimildarleysu, ódemokratisku og óprofessionellu framferðina hjá Landsstýrinum í radaramálum, siga Hervør Pálsdóttir og Høgni Hoydal

2022-02-14 14:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Landsstýrismaðurin í uttanlandsmálum hevur onga heimild at taka nakra avgerð um at seta hernaðarútgerð upp í Føroyum.

Tað siga Høgni Hoydal, umboð fyri Tjóðveldi í Uttanlandsnevndini, og Hervør Pálsdóttir, varaumboð fyri Tjóðveldi í Uttanlandsnevndini, í skrivi, sum er sent miðlunum í dag.

Í dag hevur Uttanlandsnevndin givið landsstýrismanninum, Jenisi av Rana svar viðvikjandi radaramálinum, og sambært in.fo hevur landsstýrismaðurin fingið trý ymisk svar – eitt frá Tjóðveldi, eitt frá Javnaðarflokkunum, og eitt frá umboðunum hjá samgonguflokkunum.

Sambært umboðunum hjá Tjóðveldi eru tað bert Føroya fólk og Løgtingið, sum kunnu taka avgerðir um hernaðarútgerð í Føroyum.

– Landsstýrið átti beinanvegin at havt boðað frá, at vit í Føroyum sjálvi kunnu samráðast beinleiðis við NATO og onnur lond – helst serliga við Bretland og USA – um trygdar- og hernaðarpolitisku ætlanir teirra í Norðuratlantshavi og í Arktis. Okkum tørva ikki Danmark ella nakran annan sum millumstøð.

– Vit hava her møguleika taka ábyrgd og styrkja okkara strategisku samráðingarstøðu í øllum altjóða samstarvi og avtalum – bæði mótvegis Danmark, ES, stórveldunum, Bretlandi og NATO.

Alt skrivið hjá Høgna Hoydal og Hervør Pálsdóttir kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder