- Mítt uppskot er: Lat okkum fáa eitt val. Tað hevið verið upplagt, at havt samstundis sum býráðsvalið er í heyst.
Tað segði Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, á tingsins røðarapalli í dag undir viðgerini av einum uppskoti frá Jacob Vestergaard um at herða revsingina fyri rúsevnakoyring.
Hetta er eitt mál, sum landsstýrið arbeiðir við, og tí er mest sannlíkt, at hetta uppskotið fellur.
Men sambært Jenisi av Rana gongur tað ov seint hjá samgonguni.
- Hevði landsstýrið fyrr enn ikki tikið seg saman at lagt frá sær, so vit kundu fingið eitt nýtt landsstýrið. Men tað fáa teir heldur ikki, segði hann.
- Hetta er eitt óarbeiðsført landsstýri. Teir burdu duga at sæð tað í eyguni. Hetta gongur ikki. Man kann ikki ganga og illneitast inn á hvønn annan, geva hvørjum øðrum skuldina, snakka um haldføri, og tað er ikki ein gongd haldføri í politikkinum hjá teimum, vil formaðurin í Miðflokkinum vera við.
Munnligir fyrispurningar verða hósdagin
Hósdagin eru munnligir fyrispurningar á skránni hjá løgtinginum. Steffan Klein Poulsen segði í tinginum í dag, at tá verður ljós varpað øll hesi málini, sum eru sparkaði út til horna hjá landsstýrinum.
- At síggja til hendir tað øgiliga lítið. Eg haldi í øllum førum tað eru umráðandi mál sum man má loysa. Samgonguflokkarnir mugu taka ábyrgd, segði Steffan Klein Poulsen.
(Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald