Uttanlands

- Latið heldur skamtirnar til tey fátæku londini

Ovastin í WHO heitir á heimsins lond um at bíða við at fara undir at geva borgarum triðja prikið

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-08-05 08:22 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Lond eiga at bíða við at geva borgarum sínum tað triðja sokallaða boostara-prikið við covid 19-koppseting, til minst tíggju prosent av fólkinum í heiminum eru liðugt koppsett.

Soleiðis ljóðar áheitanin frá heimsheilsustovninum WHO.

Sostatt eiga lond at bíða við triðja prikinum til í hvussu so er endan av september, skrivar Ritzau. Tað segði ovastin fyri WHO, Tedros Adhanom Ghebreyesus, í gjár.

- Eg skilji, at heimsins stjórnir royna at verja teirra íbúgvar móti delta-frábrigdinum. Men vit kunnu ikki góðtaka, at lond, sum longu hava brúkt tað mesta av vaksinuni, brúka enn meira, meðan tann viðbrekni parturin av heiminum framvegis ikki er vardur, sigur WHO-ovastin við Reuters.

Hann vísir á, at tað ikki er vísundaliga prógvað, at eitt triðja prik hjálpir til at støðga spjaðingini av koronasmittuni.

Tedros Adhanom Ghebreyesus vísir eisini á, at 80 prosent av øllum koronakoppsetingunum higartil eru farin til tann ríkasta partin av heimsins íbúgvum, hóast tey bert telja umleið helmingin av fólkatalinum.

Higartil eru yvir fýra milliardir koppsetingarskamtir býttur út kring heimin.

USA ætlar ikki at taka áheitanina frá WHO til eftirtektar.

- Tað er onki í forðar fyri bæði at koppseta og lata skamtir til onnur lond, sum ikki hava, segði Jen Psaki, talskvinna fyri Hvítu Húsini í gjár.

Hon vísir í sama viðfangi á, at USA hevur latið fleiri vaksinur til onnur lond enn nakað annað land hevur gjørt, skrivar Ritzau.

Fleiri lond eru komin langt við koppsetingarætlanini, og kjakast nú um fyrstu vaksinurnar skulu fylgjast upp við einum sokallaðum boostara-priki.

Nøkur hava longu tikið avgerðina, eitt nú Ísrael, sum hevur hetta tilboð til allar borgarar yvir 60 ár.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder