Innanlands

– Latið ikki fartelefonina til børn og onnur sum leiku

Fartelefonir, sum eru læstar og uttan simkort kunnu framvegis ringja 112, og hetta nervar arbeiðinum á alarmsentralinum, sigur løgreglan

2021-03-13 12:19 Author image
Alda Nielsdóttir

Løgreglan heitir nú á foreldur, avvarðandi og starvsfólk á bústovnum um ikki at lata fartelefonir til børn og onnur sum leiku – heldur ikki, um tær eru uttan simkort.

Orsøkin er, at fartelefonir, sum eru læstar og uttan simkort framvegis kunnu ringja 112 (neyðarkall), um battaríini rigga, sigur løgreglan í fráboðan á Facebook

– Latið tí ikki fartelefonir til børn og onnur, sum leiku, tí hetta nervar arbeiðinum á alarmsentralinum og kan vera atvoldin til, at eitt veruligt uppkall ikki sleppur ígjøgnum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald