Uttanlands

– Latið samfeløgini uppaftur

Ein bólkur av altjóða fakfólkum heldur, at mann eigur at stremba eftir floksimmuniteti, og tí eiga tey, sum ikki eru í vandabólki at sleppa at liva sum vanligt – Avmarkingarnar, sum eru settar í verk orsakað av korona, kunnu fáa avleiðingar fyri heilsuna hjá fólki

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2020-10-07 08:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í felags yvirlýsing heitir ein bólkur av altjóða fakfólkum á lond um at linka tey tiltøkini, sum eru sett í verk fyri at avmarka smittuspjaðingina, tí tey óttast avleiðingarnar, sum afturlatingarnar hava á heilsuna hjá fólki.

Fleiri enn 50.000 hava undirskrivað yvirlýsingina, harav fleiri túsund fólk, sum starvast innan heilsuverkið.

Í yvirlýsingini, sum kann lesast her, verður mælt til tað, sum høvundarnir rópa "focused protection".

Orsakað av afturlatingunum verða færri børn koppsett, færri verða kannað fyri krabbamein, og sálarheilsan hjá fólki versnar, og fer hetta at elva til hægri deyðaligheit komandi árini, verður m.a. víst á.

– Tað eru arbeiðarastætturin og tey yngru í samfelagnum, sum bera tungastu byrðuna. At halda børn heima úr skúlunum er órættvíst.

– At varðveita hesi tiltøkini til eitt koppingarevni verður tøkt, fer at elva til óbøtaligan skaða, har tey fátæku í ov stóran mun verða ávirkaði.

Sambært yvirlýsingini eigur mann at stremba eftir floksimmuniteti. Besti mátin at røkka hesum málinum er við at loyva teimum, sum ikki eru í stórum vanda, at liva sum vanligt og á tann hátt uppbyggja mótstøðuføri gjøgnum smittu, sum samstundis verjir tey, sum eru í vandabólki. Hetta er tað, sum verður nevnt "focused protection".

– Skúlar og universitet skulu lata upp fyri undirvísing á staðnum. Frítíðaraktivitetir sum ítróttur eiga at verða tiknir uppaftur. Ung, sum ikki eru í vanda, eiga at arbeiða sum vanligt heldur enn heimanifrá. Matstovur og aðrar fyritøkur eiga at lata upp. List, tónleik, ítróttur og onnur mentanartiltøk eiga at verða tikin uppaftur. 

Høvundarnir at hesari yvirlýsingini eru Martin Kulldorff, professari í medicin á Harvard University, Sunetra Gupta, professari á Oxford University við sergrein í farsóttarfrøði og immuniteti, og Jay Bhattacharya, professari á Stanford Medical School.

Yvirlýsingin hevur fingið heitið Great Barrington Declaration eftir amerikanska býnum, har hon varð undirskrivað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder