Innanlands

– Latið tykkum væl í og havið spaka við í bilin

Í nátt vóru fleiri, sum ringdu til løgregluna, tí tey ikki sluppu heim úr býnum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-02-06 11:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjárkvøldið vóru nógvir bilar, sum komu í neyð, tá teir stóðu fastir í kavanum, og tí varð mælt fólki frá at fara út at koyra í gjárkvøldið.

M.a. stóðu bilar fastir á Vestmannavegnum, á Sandavágshálsi, og í høvuðsstaðnum.

Men hóast veðrið ikki var av tí allarbesta, vóru kortini nógv fólk í býnum, og í hesum sambandi vóru eisini nógv, sum ringdu til løgregluna, tí tey ikki sluppu heim.

Tey vóru biðin um at bíða, til veðrið batnaði, og tí vóru nøkur, sum løgdu seg í kavan, og mátti løgreglan fáa tey upp, sigur vaktleiðarin á politistøðini.

Í morgun er koyrandi so at siga allastaðni, men løgreglan mælir til, at fólk lata seg væl í, og at tey hava ein spaka við sær í bilin, um tað skuldi hent, at tey fáa brúk fyri at grava seg leys úr kavanum.

Landsverk boðar frá, at tað er hált og glerstoytt í støðum um alt landið, og verður heitt á øll, um at koyra varliga.

Sí koyrilíkindini hjá Landsverki her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder