Innanlands

- Latið vera at senda beinleiðis tá ferðsluóhapp er

Løgreglan sendir út áheitan á fólk um at vísa virðing í álvarsligum umstøðum

2019-10-15 08:08 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Tað munnu vera tey fægstu, ið eru áhugað í at frætta um at ein av teirra nærmastu er í lívsvanda við at onkur tilvildarligur velur at senda beinleiðis frá einum ferðsluóhappi á Facebook.

Soleiðis sigur Bjarni Nattestad, vaktleikari hjá løgregluni eftir ein tilburð sunnukvøldið.

Í sambandi við eitt álvarsligt ferðsluóhapp í Skálafirði var onkur, sum sendi livandi myndir frá staðnum beinleiðis á Facebook.

- Sambært ferðslulógini, grein 264d, er tað ólóligt at senda live í slíkum førum, sigur Bjarni Nattestad.

- Fólk mugu eisini skilja, at neyðugt er at tey vísa virðing í slíkum føri, sigur vaktleiðarin hjá løgregluni, sum vísir á, at í stroymingini sunnukvøldið var lætt at síggja hjá einum og hvørjum, hvørjir bilar vóru við í óhappinum, tí eitt nú nummarplátur týðuliga kundi síggjast.

Les eisini: Ferðsluóhapp í Skálafirði 

Ferðsluóhappið var so mikið álvarsligt, at bjargingararbeiðið á staðnum snúði seg um at bjarga mannalívum, hóast tað seinni vísti seg, at øll komu frá hendingini við lívinum, tó at onkur av teimum raktu fekk stóran skaða.

Løgreglan ynskir ikki at hanga viðkomandi út, sum sendi beinleiðis, men hevur kortini sett sær fyri at seta seg í samband við viðkomandi fyri at tosa um hendingina.

- Filmsupptøkur av einum ferðsluóhappi kann vera til hjálp hjá løgregluni í sambandi við uppkláringararbeiðir. Men vit mugu eisini heita á fólk um at vísa etiskan atburð, vera skynsom og hugsa um hvør kann hugsast at síggja myndirnar, sigur Bjarni Nattestad, vaktleiðari hjá løgregluni.

Grein 264d í revsilógini er soljóðandi: "Med bøde, hæfte eller fængsel indtil 6 måneder straffes den, der uberettiget videregiver meddelelser eller billeder vedrørende en andens private forhold eller i øvrigt billeder af den pågældende under omstændigheder, der åbenbart kan forlanges unddraget offentligheden. Bestemmelsen finder også anvendelse, hvor meddelelsen eller billedet vedrører en afdød person."

(ES. Greinin er rættað (kl. 08.52) fyri at staðfesta, at tað sambært revsilógini er ólógligt at senda live frá ferðsluóhappi)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder