Innanlands

- Latið vera við at fara heimanífrá

Løgreglan heitir á fólk, sum kunnu, um at arbeiða heima í dag

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-01-04 06:46 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað hevur kavað so illa í nátt og tað er framvegis so nógv jarðrok, at øll ferðsla verður frámælt í morgun.

Í Havn hava tey boðað frá, at kavaruddararnir megna ikki at halda vegirnar fríar fyri kava, so í hvussu so er í høvuðsstaðnum verður mælt frá at fara frá húsum.

Løgreglan hevur ikki fingið líknandi boð aðra staðni frá, men tað er komin so nógvur kavi niður, at tað er óðamannaverk at fara út, verður sagt av politistøðini. 

Landsverk boðar frá hálku og kava um alt landið og í fjøllinum er heilt nógvur vindur, á Gjáarskarði og Heltnini oman fyri 40 metrar um sekundið.

Fráboðanin í morgun sigur, at tað ikki er koyrandi til Syðradals á Streymoynni, Oyndarfjarðar, eftir Oyggjarvegnum og um Velbastaðháls. Eisini er nógv jarðrok á Kambsdali, um Gøtueiði og millum Fjarða

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder