Í kjalarvørrinum á orðaskiftinum millum Joe Biden forseta og fyrrverandi forsetan Donald Trump í farnu viku, hava fleiri politisk umboð hjá demokratunum heitt á sitandi forsetan um at taka seg úr forsetavalstríðnum.
Biden hevur verið fyri nógvum atfinningum fyri sína framførslu undir orðaskiftinum. M.a. hevur verið sagt, at hann tyktisk ótryggur, ógreiður og gamal.
Mike Quigley, demokratiskur limur í amerikanska Umboðsmannatinginum fyri statin Illinois sigur, at Biden eigur at taka seg úr valstríðnum, so USA kann sleppa undan vanlukku.
– Harra forseti, títt eftirmæli er tryggjað. Vit skylda tær stóra tøkk. Tað einasta, tú nú kann gera fyri at staðfesta tað, og fyri at forða einari vanlukku er at leggja frá tær og loyva onkrum øðrum at taka yvir, sigur hann sambært Ritzau.
Quigley er tó ikki fyrsti demokraturin í Umboðsmannatinginum, ið heitir á Biden um at fara úr valstríðnum. Tann fyrsti var Lloyd Doggett, sum umboðar statin Texas. Síðani hava fleiri aðrir gjørt tað sama.
Maura Healy, guvernørur í statinum Massachusetts hevur heitt á Biden um at umhugsa sína støðu.
– Komandi dagarnar heiti eg á hann um at lurta eftir amerikanska fólkinum og hugsa um, hvørt hann framvegis er okkara besta vón at vinna á Donald Trump.
Biden hevur fleiri ferðir gjørt greitt, at hann fer at stilla upp á valinum í november. Á veljarafundi fríggjadagin ásannaði amerikanski forsetin, at kjakið ikki gekk væl, men hann ætlar sær kortini at stilla upp og vinna valið í november, segði hann.
– Eg stilli upp, og eg vinni aftur, segði hann og umbar seg m.a. við, at hann var illa fyri og útlúgvaður undir sjónvarpskjakinum í farnu viku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald