Uttanlands

– Liðug við at lata politikarar í Washington stýra okkara lív

Leygardagin helt fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump sína fyrsta veljarafund síðan oktober

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-01-16 14:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygardagin helt fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump sín fyrsta veljarafund síðan oktober. Tað var í statinum Arizona.

Ætlanin var at halda tíðindafund 6. januar á ársdegnum fyri álopið á Kongressina, men hesin fundurin varð avlýstur, og boðaði Trump í staðin frá, at eitt tiltak fór at verða í Arizona.

Á veljarafundinum leygardagin endurtók Trump m.a. uppáhaldið um, at hann var veruligi vinnarin av forsetavalinum í 2020 og ikki Joe Biden, sum var útnevndur til vinnara og hevur sitið í Hvítu Húsunum seinasta árið.

– Vit eru liðug við at lata politikarar í Washington stýra okkara lív. Vit vunnu valið. Vit vunnu stórt. Vit kunnu ikki lata tey sleppa av stað við hesum, segði hann m.a. sambært Ritzau.

Donald Trump hevur ferð eftir ferð sagt, at valsvik var orsøkin til, at hann tapti forsetavalið í 2020. Trump tók við forsetaembætinum í januar 2017, og sat hann bert eitt valskeið. Sostatt kann hann stilla uppaftur til næsta forsetaval, sum verður í 2024.

Hvørt hann ætlar sær at stilla uppaftur, hevur hann enn ikki boðað frá. Hann hevur tó fleiri ferðir nevnt møguleikan.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder