- Vit hava flutt okkum so langt sum til ber fyri, at sleppa undan vanlukkuligu støðuni, ið Sjúkrahúsverkið nú er komið í. Men vit uppliva ongan vilja hjá landsstýriskvinnuni.
Tað staðfestir Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar enn einaferð, nú felagið í dag hevur boðað frá, at undantøkini sum Sjúkrahúsverkið higartil hevur fingið, ikki verða longd frá í morgin klokkan 16.
Aksel V. Johannsesen, løgmaður, sigur, at um partarnir ikki finna eina loysn skjótt, verður hann noyddur at fara í løgtingið at loysa støðuna við lóg.
Les eisini: Løgmaður góðtekur ikki at lív og heilsa eru í vanda
- Annan dagin á rað hava vit upplivað, at landsstýriskvinnan í Fíggjarmálum ákærir okkum fyri at seta ultimatum, og at hon tí ikki kann samráðast. Hetta tykist heldur undrunarvert, tá hon sjálv, síðani apríl, hevur sett lønarkarmin sum ultimatum, sigur fakfelagið hjá sjúkrarøktafrøðingunum.
- Hon hevur enn okkara uppskot liggjandi, og tað tekur bert eitt vet at vilja og eina undirskrift at loysa Sjúkarahúsverkið úr støðuni.
- At brúka vald er lítið sømiligt, heldur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald