Innanlands

– Lítil sannlíkindi fyri at sjúkan kemur til Føroya

Hóast tað, eru tey í Sjúkrahúsverkinum klár, um ein tilburður av coronavirus verður staðfestur herheima

Mynd: Ólavur Frederiksen/Faroephoto

Mynd: Ólavur Frederiksen/Faroephoto

2020-02-03 14:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

– Serfrøðin metir framvegis at lítil sannlíkindini eru fyri, at sjúkan kemur til Føroya. Men neyðugt er at fylgja væl við og vit í Sjúkrahúsverkinum eru klár um ein tilburður av coronavirus kemur hendaveg, verður sagt í tíðindaskrivi.

Heilsustýrið hevur gjørt neyvar leiðreglur, sum Sjúkrahúsverkið fylgir, og í Sjúkrahúsverkinum eru neyðugar fyrireikingar gjørdar og kunnað er innanhýsis um, hvussu starvsfólkini skulu handfara møguligar støður við coronavirus hjá sjúklingi.

Boðað verður frá, at isolatiónsstova er gjørd klár, útgerð er fingin til vega, og viðurskiftini kring flutning av sjúklingum við coronavirus eru skipaði.

Boðini frá Landslæknanum eru fyribils, at føroysku sjúklingarnir skulu flytast til annaðhvørt Hvidovre ella Skejby sjúkrahús til viðgerðar, sum hava serligar deildir fyri smittandi sjúkur.

Les eisini: Fleiri enn 17.000 tilburðir nú skrásettir

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder