Í gjárkvøldið gjørdist greitt, at Føroyar kortini ikki av álvara fáa sjóneykuna á seg til The Great Escape í 2025. Stóri festivalurin í Suðuronglandi hevði annars valt føroyskan tónleik sum fokus, tað innibar millum annað og at upp til átta føroysk tónleikanøvn skuldu sleppa framat.
The Great Escape er vanliga ein heilt góð lopfjøld í tónleikaheiminum, men hóast føroyingar framvegis sleppa við á festivalin í Brighton, so verður tað ikki á sama hátt sum ætlað.
Sí eisini: Grindadráp forðar Føroyum at veruliga koma í sjóneykuna
Orsøkin er, at móðurfelagið hjá festivalinum, brádliga hevur tikið støðu til at strika Føroyar sum "Lead Country Partner" fyri 2025. Hetta vegna nakað av trýsti frá djóraverndarfelagskapum, sum eru ímóti grindadrápi.
Serliga er tað The Sussex Dolphin Project. Hesin felagskapurin sendi MAMA festivals eitt skriv fríggjadagin - eitt skriv sum Kringvarpið hevur fingið hendur á.
Mynd: kvf.fo/FMX
Har eru nøkur fakta um grindadráp í - nøkur eru røtt og nøkur eru ikki heilt røtt. Men so er tað serliga seinasti parturin, sum mest sannlíkt hevur fingið MAMA at skjótt strika Føroyar.
- Vit í FMX verða løgd undir at vera ein propagandastovnur hjá føroyska landsstýrinum, ið brúkar føroyska tónlist til at reinsa grindadrápið (art-wash), sum ein stór lygn.
Soleiðis sigur Glenn Larsen, stjóri í Faroe Music Export, við Kringvarpið í samrøðu. Hann er sum vera man vónbrotin og skilur ikki heilt, hví hesi ósannindini skulu vera avgerandi, ella hví avgerðin varð tikin so skjótt - uttan at FMX yvirhøvur var hoyrt.
Fyrireikararnir av sjálvum festivalinum hava einki at siga her, og tey eru sera hørm sum støðuna, stafestir Glenn Larsen. - Tey skilja grindadráp betri enn The Sussex Dolphin Project.
Hesin djóraverndarfelagskapurin hevur við sínari teorii um samansvørjing, og tað at luttøkan hjá Føroyum á The Great Escape skal "vaska nakað av Føroyum", møguliga skatt møguleikar hjá føroyskum tónlistafólki. Hetta hóast tey vísa á, at tónlistafólkini einki gjørdu galið: Tað snýr seg um "integretetin" hjá festivalinum, og hvat fólk í økinum kunnu liva við.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald