1. august kom umstrídda lógin í gildi í Danmark, sum bannar burka, niqab og annað, sum fjalir andlitið, í almenna rúminum, og seinastu árini eru fá fólk skuldsett fyri at hava brotið sonevnda burkabannið.
Í 2018, 2019 og 2020 vórðu 20 ella fleiri skuldsett. Í 2021 vórðu tvey skuldsett, og í fjør varð bara eitt fólk skuldsett fyri at hava brotið lógina, vísa tøl frá ríkispolitinum sambært Ritzau.
Hóast færri og færri verða skuldsett, er framvegis neyðugt við banninum, sigur Kasper Sand Kjær, framsøgufólk hjá danska javnaðarflokkinum í útlendinga- og integratiónsmálum.
Fleiri flokkar, m.a. Tey Radikalu og Eindarlistin, hava leingi ynskt at fáa bannið avtikið, men tað ætlar nýggja stjórnin ikki at gera.
– Okkara útgangsstøði er, at vit varðveita tað, sigur Kasper Sand Kjær, sum leggur afturat, at tað at so fá verða skuldsett kann vera ein ábending um, at bannið riggar.
Endamálið við banninum var ikki neyðturviliga at fáa nógv fólk skuldsett men at senda eitt greitt signal um, at tá fólk ferðast í almenna rúminum skúlu tey kunna síggja og samskifta við hvønnannan, sigur hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald