Uttanlands

– Løkke kann enda sum forsætisráðharri aftur

Tað sigur fyrrverandi formaðurin í Liberal Alliance, Anders Samuelsen

Fyrrverandi danski forsætisráðharrin og Vinstraformaðurin Lars Løkke Rasmussen stillar nú upp fyri nýstovnaða flokkin Moderaterne (Savnsmynd)

Fyrrverandi danski forsætisráðharrin og Vinstraformaðurin Lars Løkke Rasmussen stillar nú upp fyri nýstovnaða flokkin Moderaterne (Savnsmynd)

2022-10-15 11:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

1. november verður fólkatingsval í Danmark, og í løtuni eru tríggir politikarar, sum bjóða seg fram at gerast forsætisráðharri eftir valið. Umframt núverandi forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, er talan um Jakob Ellemann-Jensen úr Vinstra og Søren Pape Poulsen hjá Konservativa flokkinum.

Men Anders Samuelsen, fyrrverandi formaður í Liberal Alliance heldur, at har er ein fjórði møguleiki.

Í samrøðu við Berlingske, sum DR endurgevur, sigur hann, at hann heldur tað vera sannlíkt, at Lars Løkke Rasmussen, fyrrverandi forsætisráðharri, sum nú stillar upp fyri nýggja flokk sín, Moderaterne kann gerast stjórnarleiðari aftur, um hann fær tey neyðugu mandatini.

Anders Samuelsen sigur, at hann ikki heldur, at Løkke verður nøgdur við at gerast ráðharri í eitt nú uttanríkis- ella fíggjarmálum undir Mette Frederiksen, men at hann í staðin fer stuðla bláa blokki í býti fyri forsætisráðharrasessin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder