Innanlands

– Loysnin liggur í fráfaringaraldrinum

At hækka pensjónsaldurin er ikki rætta loysnin, sigur Fakfelagssamstarvið í yvirlýsing

Fakfelagssamstarvið hevði fund á Toftum í gjárkvøldið (Mynd: Fakfelagssamstarvið)

Fakfelagssamstarvið hevði fund á Toftum í gjárkvøldið (Mynd: Fakfelagssamstarvið)

2025-01-25 11:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

– Vit hoyra javnan um, at politikarar ynskja at hækka pensjónsaldurin. Hetta verður ofta grundgivið við, at vit liva longri, og at fleiri eldri borgarar skapa eina størri fíggjarliga byrðu. Men at hækka pensjónsaldurin er ikki rætta loysnin – tvørturímóti kann tað skapa ójavna og óneyðuga strongd hjá nógvum borgarum, sum hava arbeitt hart alt sítt lív.

Soleiðis sigur Fakfelagssamstarvið í yvirlýsing frá fundi í gjárkvøldið.

Heldur enn at hækka pensjónsaldurin, kann loysnin vera at endurskoða skipanina við fráfaringaraldrinum, sigur fakfelagssamstarvið.

– Tað skal verða møguligt hjá fólki, sum hava orku og vilja, at arbeiða longri, um tey ynskja tað. Hetta gerst við at skapa betri arbeiðsumstøður og við at gera tað meira lokkandi at vera verandi í arbeiðslívinum. Við at geva fólki frælsi til sjálvi at taka avgerð um, nær tey fara frá, kunnu vit bæði minka um trýstið á pensjónsskipanina og tryggja, at fólk, sum kenna seg før fyri tað, framhaldandi kunnu arbeiða.

Fakfelagssamstarvið vísir á, at núverandi pensjónsaldurin longu er ein avbjóðing hjá nógvum løntakarum í kropsliga og sálarliga krevjandi størvum.

– Teirra arbeiðslív er ofta byrjað í ungum aldri og í fleiri førum hava tey havt eitt arbeiði í nógv ár, sum slítur bæði kropp og sál. At krevja, at hesi skulu arbeiða enn longri, er ikki rættvíst. At hækka pensjónsaldurin kann føra til, at fólk verða noydd at gevast í arbeiðslívinum við strongd ella sjúku heldur enn við virðing.

– Vit hava eina moralska skyldu at virða tey, ið hava bygt okkara samfelag. Heldur enn at hækka pensjónsaldurin, eiga vit at styrkja arbeiðsumstøður og stuðulsskipanir, so fólk fáa møguleika at arbeiða longri, men bara um tey ynskja tað.

Fyri at eggja fólki til at vera longri á arbeiðsmarknaðinum er neyðugt við einum munagóðum eldrapolitikki á arbeiðsmarknaðinum, og at verandi politikkur verður endurskoðaður, sigur Fakfelagssamstarvið, sum mælir til eitt trípartasamstarv um økið.

– Vit í Fakfelagssamstarvinum eru fús at vera við til at skapa karmar, sum bæði eggja okkara limum og gera tey før fyri at megna at vera longri á arbeiðsmarknaðinum. Vit mæla tí til eitt trípartasamstarv um hetta, og at fakfeløg, politiska skipanin og Føroya Arbeiðsgevarafelag seta seg saman, fyri at koma ásamt um ein munagóðan eldrapolitikk fyri okkara arbeiðsmarknað. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder