Innanlands

- Lurtið ikki eftir ørskapinum frá veljarafeløgunum

Orðaskifti um tunnlar á tingi

Kristin Michelsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Kristin Michelsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-10-26 12:04 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hóast ein samd fíggjarnevnd mælir til at atkvøða fyri verklagslógini fyri nýggjum bergholi til Famjins, so er tað óttin fyri at norðoyingar og vágafólk fara at boykotta uppskotinum, sum er samrøðuevni undir viðgerðini í dag.

Tað var um vikuskiftið, at fleiri valfeløg hjá samgonguflokkum heittu á síni tingfólk um ikki at atkvøða fyri Famjinstunnlinum og ringvegnum til Havnar (kemur til viðgerðar á tingi seinni í dag, -red.) so leingi tað liggur ein ætlan um at leggja allar undirsjóvartunnlar í eitt felag, soleiðis at tað í framtíðini verður ferðslan til og úr Vágum og Norðoyggjum, sum skal vera við at fíggja ein komandi tunnil til Suðuroyar.

Enn hevur ongin tinglimur sagt seg ikki fara at atkvøða fyri uppskotinum, men onkur tingfólk úr nú Norðoyggjum hava sett fram ivandi spurningar um møgligu loysnini fyri suðuroyartunnilin, sum kom fram á framløguni hjá Landsverki í farnu viku.

- Vónandi lurta tit ikki eftir ørskapinum, sum nú hoyrist úr vestri og eystri, ljóðaði áheitanin av røðarapallinum frá eitt nú Kristini Michelsen, tingmanni fyri Sjálvstýri.

Fylg viðgerðini her


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder