Skal krimirøðin TROM takast upp í Føroyum er neyðugt við fýra milliónum í afturberingarstuðli úr landskassanum, men higartil er hesin stuðulin ikki játtaður.
Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum, sigur tó, at tað enn ikki er ov seint hjá teimum at finna eina semju um hetta.
Har er øgiliga breið undirtøka í samgonguni um at játta pengarnar, og fer hann at taka málið upp á landsstýrisfundi týsdagin, sigur Helgi Abrahamsen við Útvarpið. Hoyr innslagið her.
Málið er at fáa pengarnar við á eykajáttan í heyst.
Eysturkommuna hevur longu boðað frá, at hon er sinnað at lata eina mió. krónur í stuðli við tí treyt at munandi stuðul eisini verður latin úr landskassanum.
Les eisini: Eysturkommuna letur eina millión til Trom
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald