Innanlands

– Manglandi haturstalulóggávur í USA hava givið baksláttur

Nýggj vísindalig grein eftir Sigri M. Gaïni, ph.d.-lesandi í politiskari filosofi, er nýliga útgivin í vísindaliga tíðarritinum Etikk i Praksis

2022-06-30 18:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nýggja vísindaliga greinin “Universities and other Institutions – not Hate Speech Laws – are a threat to Freedom of Political Speech” eftir Sigri M. Gaïni, ph.d.-lesandi í politiskari filosofi, er nýliga útgivin í vísindaliga tíðarritinum Etikk i Praksis.

Tað skrivar heimasíðan hjá Granskingarráðnum.

Í greinini, sum er javnlíkamett, er høvuðsargumentið hjá Sigri Gaïni, at manglandi haturstalulóggávur í USA hava givið baksláttur við tað, at sensururin á politiskari talu er vaksin á amerikanskum (og seinni eisini europeiskum) stovnum gjøgnum seinastu áratíggjuni.

Hon vísir á, at tað at minnilutar í USA ikki hava havt eina lóg til at verja seg ímóti ágangi og niðrandi talu hevur elvt til, at hesir bólkar hava sett krøv til eitt nú útbúgvingarstovnar um at seta reglur í gildi til tess at verja seg. Hetta hevur tó givið baksláttur við tað, at sensururin er farin alt ov vítt – nakað sum sæst aftur sum m.a. “ekstrem politisk korrektheit” og “cancel culture”.

Niðurstøðan hjá Sigri Gaïni er, at lógir ímóti haturstalu ikki bara verja minnilutar ímóti niðrandi talu, men um somu tíð kunnu verja fólkaræði ímóti krøvum um sensur.

Greinin kann lesast her.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder