Ein avleiðing av krígnum í Ukraina eru vaksandi prísir kring heimin, og hetta er nakað, sum eisini rakar Ukraina, sigur Olena Zelenska, kona Volodymyr Zelenskyj, forseti í Ukraina.
Í samrøðu við bretska BBC sigur hon seg skilja, at støðan hjá m.a. bretum, ið stríðast við hesum, er torfør, men tað sama hendir í Ukraina, sigur hon og leggur aftuat, at tað er ikki tað einasta, ukrainar hava at stríðast við í løtuni.
– Eg skilji, at støðan er torfør. Men lat meg minna tykkum á koronafarsóttina, sum enn er millum okkum; tá prísurin vaks, ávirkaði tað eisini Ukraina.
– Prísirnir vaksa eisini í Ukraina, men umframt tað, verða fólk dripin. So tá tit byrja at telja oyru á tykkara bankakontum ella í tykkara lummum, gera vit eisini tað umframt at telja tey deyðu, sigur Olena Zelenska.
Ukrainska forsetafrúan sigur, at hon heldur tað vera ringt hjá fólki uttanfyri Ukraina at skilja ta ávirkanina, kríggið hevur á fólkið har, men at tað hevur týdning at fortelja tær menniskjasligu søgurnar um, hvørja ávirkan kríggið hevur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald