Uttanlands

- Meiri enn 50 prosent møguleiki fyri nýggjari atkvøðugreiðslu um Brexit

Tony Blair væntar nýggja atkvøðugreiðslu

2019-01-24 11:50 Author image
Ari av Rana
placeholder

Fyrrverandi forsætisráðharrin í Stórabretlandi, Tony Blair, metir, at tað er meiri enn 50 prosent sannlíkt, at ein nýggja atkvøðugreiðsla verður um Brexit.

Ætlanirnar hjá núverandi forsætisráðharranum, Theresa May, um hvussu Stórabretland skal fara úr ES, hava miseydnast fullkomiliga, og nú verður spekulera í, um neyðugt verður við einari heilt nýggjari fólkaatkvøðu.

Tony Blair, sum sjálvur er fortalari fyri nýggjari atkvøðugreiðslu um Brexit, sigur nú sambært Reuters, at bretar allarhelst skulu atkvøða enn eina ferð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder