Um júst tvær vikur byrjar sætta og nýggjasta umfarið av sjónvarpssendingini Nybyggerne á TV2.
Fýra pør fáa tveir mánaðir til at innrætta eini hús, og vinnandi parið vinnur húsini, sum tey hava innrættað.
(Mynd: André Blinkilde / TV 2)
Millum pørini, sum eru við í ár, eru Sunnvá Dahl Rasmussen og Martin Olsen. Tey bæði eru úr Havn men búgva í løtuni í Keypmannahavn.
Teimum dámar væl sonevndar "gør-det-selv verkætlanir", og var Nybyggerne ein upplagdur møguleiki hjá teimum at spíla seg út, sigur Sunnvá.
– Vit meldaðu okkum til fyri at fáa eina avbjóðing. Mest av øllum hugsaðu vit, at vit kundu læra eina rúgvu. Vit meldaðu okkum als ikki til fyri at sleppa í sjónvarpið. Tað er faktiskt orsøkin til, at vit næstan valdu at lata vera við at søkja, sigur hon við Portalin.
(Mynd: André Blinkilde / TV 2)
Sunnvá og Martin høvdu tó ongantíð væntað, at tey fóru at vera millum tey seinastu fýra pørini.
Hvørki Sunnvá ella Martin hava professionellar royndir við at innrætta, men tey hava tó bygt ymiskt til íbúðina í Keypmannahavn.
– Tað hevur verið ein øgiliga stór avbjóðing, tí har er so ræðuliga nógv, sum mann ikki hevur roynt fyrr, so vit hava brúkt nógv YouTube og internet fyri at finna fram til, hvussu mann skjótast kemur á mál, sigur Sunnvá, sum gleðir seg til, at sendingin verður víst.
– Nú hava vit hildið tað loyniligt so leingi, og tað verður spennandi at síggja, hvat fólk fara at halda um alt tað, sum vit hava gjørt.
Í ár eru húsini, sum pørini skulu innrætta, í jútlendska býnum Silkeborg, og tey hava eitt søluvirði á 2,6 mió. krónur. Í ár verða pørini biðin um at hugsa meira um burðardygd og veðurlagsvinarligar loysnir.
Fyrsti partur av sendingin verður sendur á TV2 mikukvøldið 30. september. Sendingin verður eisini víst í Kringvarpinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald