Millum 50 og 100 ukrainsk herfólk doyggja hvønn dag í Donbas-landslutinum.
Tað sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj.
Í Donbas-landslutinum liggja økini Luhansk og Donetsk, sum Russland hevur viðurkent sum sjálvstøðug lýðveldi. Undir samráðingunum millum londini hevur tað eisini verið eitt krav frá Russlandi, at Ukraina skal viðurkenna hetta.
Síðan kríggið í Ukraina byrjaði hevur ikki verið loyvt ukrainskum monnum millum 18 og 60 ár at fara úr landinum, tí brúk er fyri hesum til at verja landið.
Men sambært DR hevur verið skipað fyri undirskriftainnsavning fyri at krevja, at mannfólk í hesum aldrinum skulu sleppa at fara úr landinum.
– Teir verja okkara land og okkara sjálvræði, ið er tað, allur heimurin tosar um, leggur ukrainski forsetin afturat í viðmerking til málið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald