Uttanlands

– Minnir um tað, sum hendi í 1912

Kavbátavanlukkan minnir um tá Titanic sakk, heldur filmsleikstjórin James Cameron, sum leikstjórnaði filmin "Titanic" frá 1997 – Í gjár vórðu vrakpetti funnin av kavbátinum Titan, og er sostatt staðfest, at øll umborð eru deyð

James Cameron leikstjórnaði filmin

James Cameron leikstjórnaði filmin "Titanic" frá 1997 um syrgiligu vanlukkuna í 1912 (Mynd: EPA)

2023-06-23 08:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á tíðindafundi í gjárkvøldið upplýsti amerikanska bjargingartænastan, at tey fimm, sum vóru umborð á horvna kavbátinum Titan eru deyð, og at tey avvarðandi høvdu fingið boðini.

Hendan fráboðanin kom, eftir at bjargingartænastan fann vrakpetti á havbotninum nærindis vrakinum av Titanic, og váttað varð, at talan var um vrakpetti frá kavbátinum.

Talan var um eina "vanlukkuliga innspreinging", varð sagt.

Kavbáturin hvarv sunnudagin við Stockton Rush, Shahzada Dawood, Suleman Dawood, Hamish Harding og Paul-Henri Nargeolet umborð.

James Cameron, sum leikstjórnaði filmin "Titanic" frá 1997, sigur í samrøðu við ABC News, at hann heldur, at kavbátavanlukkan líkist skipsvanlukkuni frá 1912.

Skiparin á Titanic sigldi kortini, hóast fleiri ávaringar um ís, við fullari ferð inn í eitt øki við ísi, og nú er ein líknandi vanlukka hend á júst sama staði, har mann heldur ikki lurtaði eftir ávaringum, sigur hann.

68 ára gamli leikstjórin, sum sjálvur hevur royndir við kavbátaframleiðslu, vísir á, at fleiri høvdu ávarað um vandan umborð á Titan. Hann hevur sjálvur kavað 33 ferðir niður til vrakið av Titanic, og sigur hann seg hava brúkt meira tíð á skipinum enn skiparin gjørdi tá.

Filmurin hjá Cameron um vanlukkuna í 1912, við Kate Winslet og Leonardo DiCaprio í høvuðsleiklutunum, vann 11 Oscar-virðislønir. Umframt hendan filmin hevur Cameron eisini gjørt heimildarfilmin "Ghosts of the Abyss" um vrakið av Titanic.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder