Innanlands

- Minnist til at steingja kirkjurnar

Herfyri var peningur stolin úr bússunum í Christianskirkjuni, og tí vil Uni Næs, próstur, minna kirkjusóknirnar á at halda kirkjurnar stongdar, tá eingin gudstænasta er

Christianskirkjan (Savnsmynd)

Christianskirkjan (Savnsmynd)

2019-12-20 18:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyri trimum árum síðani, tá ein herverksbylgja herjaði móti føroysku kirkjunum, sum tá stóðu opnar, komu fyrstu boðini um at halda tær stongdar, tá eingin gudstænasta var.

Nú minnir Uni Næs, próstur aftur á allar kirkjusóknir um at syrgja fyri, at kirkjurnar eru stongdar.

Sambært Kringvarpinum, hava fleiri herverkstilburðir nevniliga verið í seinastuni. Eitt nú hevur onkur verið inni í Christianskirkjuni í Klaksvík og stolið pening úr kirkjubússunum og úr skrivstovuni.

Sambært Una Næs, er tað kirkjuráðið, sum hevur ábyrgdina av, at fólk eru til staðar, tá kirkjan er opin, tá eingin gudstænasta er.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder