Innanlands

Minnist til at tryggja leysar lutir

Nú boðað verður frá ódnarveðri um vikuskiftið, hevur løgreglan eina áheitan til fólk

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-11-20 10:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um vikuskiftið verður ódnarveður, og longu seinnapartin í dag verður fitt av vindi, sigur veðurforsøgnin.

Hetta ávirkar m.a. ítróttin og farleiðirnar hjá Strandferðsluni.

Les eisini: Veðrið ávirkar farleiðirnar hjá Strandferðsluni um vikuskiftið

Les eisini: Vánalig veðurlíkindi: Eingin finala leygardagin

Í hesum sambandi kemur løgreglan eisini við einari áheitan. Nú boðað verður frá ódnarveðri, er tað nevniliga sera umráðandi, at fólk tryggja allar leysar lutir, sum tey hava liggjandi uttanfyri.

– Vit vilja fegin minna fólk á, at rudda leysar lutir uttanfyri, tí hesar kunnu fara í vindinum og elva til skaða, sigur vaktleiðarin á politistøðini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder