Innanlands

– Minnist til Ramsarkunngerðina

Umhvørvisstovan minnir skipa- og bátaeigarar á, at avmarkingar í siglingarferðini kring Ramsaroyggjarnar eru galdandi í tíðarskeiðnum 15. apríl – 31. august

Mykines (Mynd: Pól Sundskarð)

Mykines (Mynd: Pól Sundskarð)

2021-04-30 16:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í november 2017 kom Ramsarkunngerðin í gildi um avmarkingar í siglingarferðini kring Ramsar-oyggjarnar Nólsoy, Skúvoy, Mykines og Mykineshólm, og nú vit nærkast endanum av apríl, kemur Umhvørvisstovan við einari áminning til skipa- og bátaeigarar.

Í kunngerðini er ásett, at í tíðarskeiðinum frá 15. apríl til og við 31. august er bannað at sigla skjótari enn átta fjórðingar um tíman nærri enn 500 metrar úr landi kring alla oynna í Skúvoy og Mykinesi og kring partar av Nólsoynni.

Óneyðugur gangur, t.d. harður tónleikur og sigling við vatnskutarum, er eisini bannaður í hesum tíðarskeiðnum.

Endamálið við Ramsarkunngerðini er at geva fugli, sum reiðrast, frið. Brot á kunngerðina verður revsað við sekt.

Bannið fevnir um øll skip og allar bátar, tó ikki skip í fastari rutusigling, men skulu hesi før í størst møguligan mun avmarka ferðina, tá siglt verður nær landi í hesum økjum. Bannið er heldur ikki galdandi, um tað snýr seg um lív ella trygd hjá skipum ella bátum.

Ramsarkunngerðin sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder