Uttanlands

– Mótmælisfólk verða pínd í Iran

Tríggir menn, sum nú eru dømdir til deyða, hava verið útsettir fyri harðskapi fyri at fáa teir at játta seg sekar

Mótmæli móti iranska stýrinum í turkiska býnum Istanbul í desember (Mynd: Getty Images)

Mótmæli móti iranska stýrinum í turkiska býnum Istanbul í desember (Mynd: Getty Images)

2023-01-30 14:11 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tríggir iranskir menn, sum eru dømdir til deyða fyri at hava luttikið í einum mótmæli móti iranska stýrinum 21. september í fjør, vórðu píndir av iranskum fangavørðum.

Tað sigur altjóða mannarættindafelagsskapurin Amnesty International í frágreiðing.

Menninir, sum eru ávikavíst 18, 19 og 31 ára gamlir vórðu síðst í 2022 dømdir fyri at vera "fíggindar av gudi" og fyri at "eggja til uppreistur" í sambandi við mótmælini, sum byrjaðu á heysti í fjør í kjalarvørrinum á deyða Mahsa Amani, sum varð handtikin fyri ikki at fjala hár sítt nóg væl.

Í frágreiðingini hjá Amnesty stendur, sambært DR, at menninir vóru avhølvaðir, útsettir fyri elektriskum stoyti, deyðshóttanum og kynsligum harðskapi fyri at fáa teir at játta seg sekar í at hava framt brotsverk.

Teir hava ikki fingið eina vanliga rættargongd ella atgongd til ein advokat.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder