Vit mugu ikki gloyma kríggið í Ukraina, sigur Martin Griffiths, stjórin fyri neyðhjálp hjá ST.
– Eg komi við áheitan um, at vit ikki gloyma Ukraina, hóast nógv onnur støð í heiminum vekja ans, segði hann á tíðindafundi í Geneve mánadagin, har tvær ætlanir vóru lagdar fram um at veita neyðhjálp í Ukraina og stuðla flóttafólkum í nærmastu grannalondunum hjá Ukraina.
Sambært Griffiths hava 40 prosent av fólkinum í Ukraina tørv á neyðhjálp.
Ætlanin hjá ST er m.a. at hjálpa við mati, nýggjum bústøðum ella umvæling av oyðiløgdum bústøðum, og heilivági. Flóttafólkafelagsskapurin hjá ST, UNHCR veitir eisini løgfrøðiliga hjálp til tey mongu, sum hava mist teirra heim og ognir undir krígnum, m.a. persónlig skjøl. Eisini hava nógv mist teirra livibreyð, skrivar DR.
Í endanum av 2023 vóru 5,9 milliónir urkainsk flóttafólk í Evropa, sambært UNHCR.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald