2023-11-13 17:31
Ukraina má skilja, at tað ber ikki til at vinna á Russlandi.
Tað sigur talsmaður hjá russisku stjórnini, Dmitrij Peskov sambært russisku tíðindastovuni Ria Novosti.
Orsøkin er, at Vesturheimurin er við at verða troyttur av krígnum í Ukraina og aftrar seg við at senda hjálp - annaðhvørt pengar, vápn ella lóður.
Nú er eisini kríggj millum Gaza og Ísrael, sum eisini hava tørv á hjálp, sigur Peskov, sum leggur afturat, at "Kyiv er til reiðar at dansa fyri Vesturheiminum fyri at bidda um hjálp".
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald