2022-05-09 11:12

– Áratíggju eftir seinna heimsbardaga er myrkrið komið aftur til Ukraina. Tað er vorðið svart og hvítt aftur.
Soleiðis orðaði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj seg m.a. í einari røðu sunnudagin í sambandi við ársdagin fyri sigurin yvir Nasitýskland í 1945.
Zelenskyj samanbar í hesum sambandi russisku innrásina, sum byrjaði 24. februar, við týsku innrásina av Ukraina í 1941, tá landið var partur av Sovjetsamveldinum.
– Óndskapurin er komin aftur, í einum øðrvísi skapi, undir einum øðrvísi slagorði, men við sama endamáli, segði hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald