Mentan

- Næmingar tíma væl at hava týskt

Í Sankta Frans skúla er týskt í 7. flokki ein kravd lærugrein hetta skúlaárið - fyri fyrstu ferð

- Hyggja vit rundan um okkum, er týskt eitt stórt mál, eisini í skúlunum. Eftir mínum tykki eiga vit í Føroyum at hava fýra mál; vit eru so lítil partur av heiminum, at tað er ein fyrimunur hjá okkum at duga fleiri mál, sigur Aslaug Olsen, skúlastjóri (Mynd: skulabladid.fo)

- Hyggja vit rundan um okkum, er týskt eitt stórt mál, eisini í skúlunum. Eftir mínum tykki eiga vit í Føroyum at hava fýra mál; vit eru so lítil partur av heiminum, at tað er ein fyrimunur hjá okkum at duga fleiri mál, sigur Aslaug Olsen, skúlastjóri (Mynd: skulabladid.fo)

2026-01-08 21:18 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Skúlablaðið: Eisini í Sankta Frans skúla hava næmingarnir týskt í 7. flokki; ikki sum eitt tilboð sum í Eysturskúlanum, men sum kravda lærugrein.

Sí eisini: Tilboð um týskt í 7.flokki verður til krav

Hetta er fyrsta árið, at næmingarnir í 7. flokki í Sankta Frans skúla í Havn hava týskt; royndirnar higartil eru sera góðar.

Næmingunum dámar sera væl at hava týskt; tey tíma væl, eru opin fyri at læra eitt nýtt mál og ógviliga spent. Teir hava veruliga verið ágrýtnir og áhugaðir, sigur Aslaug Olsen, skúlastjóri.

Fyri at kunna hava týskt í 7. flokki eru ymiskar umskipanir gjørdar í tímatalvuni. Skúladagurin er styttur fyri allar flokkarnar, og saman við heimildini at kunna brúka fimm tímar av undirvísingartímatalinum í hvørjum flokki til eitt nú at menna vallærugreinaskipan letur tað upp fyri at royna ymiskt øðrvísi.

Týskt fer við nógvum tímum í hádeildini, so vit hava tikið ein tíma frá 8. og 9. flokki og flutt hann niður til 7. flokk og deilt tímarnar í týskum í hádeildini til tríggjar árgangir.

Í Sankta Frans skúla hava tey bara ein lærara, sum hevur týskt sum linjulærugrein. Tað hevur við sær, at hesin lærarin lesur mestsum allar tímarnar í týskum.

Vit eru heppin at hava ein góðan lærara; hesin hevur tveir 7. flokkar, tveir 8. flokkar og ein 9. flokk í týskum. Av tí at skúlin er tvísporaður, áttu vit at havt fleiri lærarar við týskum á linju.

Gevur fleiri møguleikar - skulu hyggja uppá hvussu tað verður framhaldandi

Aslaug Olsen er ivaleys í, at næmingarnir verða betur førir fyri at taka støðu til, um teir vilja hava týskt í hádeildini, nú teir hava roynt lærugreinina í 7.flokki.

Sum er velja flestu næmingarnir týskt og alisfrøði, tí hesar lærugreinirnar eru krav til ymsar breytir á miðnámi. Tað ger, at lítið rúm er fyri øðrum vallærugreinum. Men nú vit hava tikið ein tíma frá týskum í hádeildini og fingið heimild til at umskipa tímar, hava vit møguleikan at bjóða kreativar lærugreinir.

Støðan hjá týskum í fólkaskúlanum í Føroyum er serlig. Eingir lærarar við týskum á linju eru útbúnir í meiri enn sekstan ár í Føroyum, og sambært kanning tykist týskt ikki at vera høgt í metum millum næmingar í fólkaskúlanum. Í Sankta Frans skúla hava tey bara havt hádeild í tvey ár, og tí eru royndirnar hjá teimum við týskum avmarkaðar.

Hyggja vit rundan um okkum, er týskt eitt stórt mál, eisini í skúlunum. Eftir mínum tykki eiga vit í Føroyum at hava fýra mál; vit eru so lítil partur av heiminum, at tað er ein fyrimunur hjá okkum at duga fleiri mál. Men vit mugu gera upp, hvat vit vilja við týskum, tí hava vit ikki nóg nógvar lærarar, sum eru útbúnir at undirvísa í týskum, er eingin orsøk at hava týskt. Tað er ikki nóg gott at seta lærarar at undirvísa í týskum, sum lítið og einki kenna til týskt ella sum eru ótryggir í at undirvísa í týskum. Tað er verri enn einki. Námsvísindadeildin má útbúgva lærarar í týskum; vit mugu hava góða og munadygga undirvísing í týskum, um næmingar skulu velja lærugreinina.

Eins og í Eysturskúlanum ger Sankta Frans skúli nógv við at kunna næmingar og foreldur um, at týskt er krav fyri at sleppa inn á hugbreytina í miðnámi.

Vit gera væl burtur úr at kunna. Velur næmingur hvørki alisfrøði ella týskt, so fylgja vit tí upp fyri at tryggja okkum, at tað ikki er av óvart, og at næmingurin veit av avleiðingunum av ikki at velja hesar lærugreinirnar. Tað vísir seg kortini, at kunningin gleppur hjá summum, og at næmingar ov seint gerast greiðir yvir, at týskt skal til fyri at koma á miðnám.

Tá ið tað líður eitt sindur út í skúlaárinum, fer leiðslan í Sankta Frans skúla at taka spurningin upp, um týskt framhaldandi skal vera kravd lærugrein.

Tað er eingin ivi um, at vit fara at hava týskt í 7. flokki. Spurningurin er bara, um lærugreinin skal vera tilboð ella krav. Vit fara at endurskoða hetta saman við læraranum, sum hevur týskt, og eisini hoyra, hvat næmingarnir halda

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder