Uttanlands

- Nei harra Trump, eg hevði heldur ikki kunnað leyslatið hann

Fyrrverandi svenski forsetisráðharrin, Carl Bildt greiðir Trump frá, at tað ber ikki til hjá forsetisráðharranum at fáa A$AP Rocky leyslatnan

A$AP Rocky (Mynd: EPA)

A$AP Rocky (Mynd: EPA)

2019-07-28 16:33 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Síðan amerikanski rapparin, A$AP Rocky varð tikin fyri harðskap í Svøríki, hevur amerikanski forsetin, Donald Trump roynt at fingið svensku stjórnina at leyslatið hann.

- Sera vónbrotin um, at forsetisráðharrin Stefan Löfven ikki kundi handla. Svøríki hevur svikið okkara afroamerikansku íbúgvar, skrivaði hann m.a. á Twitter, eftir at svenski forsetisráðharrin hevur noktað at gera nakað við málið.

Les eisini: Trump finst at Stefan Löfven

Stefan Löfven hevur sagt, at hann sum forsetisráðharri hvørki kann ella vil ávirka ákærar ella dómstólar, men hesa grundgevingina hevur Donald Trump ikki góðtikið.

- Vit gera so nógv fyri Svøríki, men tað tykist ikki at ganga báðar vegir, skrivaði hann á Twitter hóskvøldið.

Hetta hevur fingið Carl Bildt, ið var svenskur forsetisráðharri frá 1991 til 1994, at blanda seg uppí kjakið.

- Eg veit ikki hvat tað var, sum hendi ta kvøldið á gøtunum í Stockholm í juni, sum elvdi til handtøkuna av trimum amerikonskum ríkisborgarum - harav A$AP Rocky. Men einaferð var eg forsetisráðharri í Svøríki, so eg havi eina ávísa vitan um ta valdið og tær avmarkingarnar, sum fylgja við hesum sessinum.

Soleiðis byrjaði hann eina klummu, sum varð givin út í The Washington Post fríggjadagin.

Í klummuni, sum ber heitið "Eg var forsetisráðharri í Svøríki, og nei harra Trump, eg hevði heldur ikki kunnað leyslatið A$AP Rocky" sigur hann, at hann vónar, at tað verður gjørt greitt, hvat tað var sum hendi í málinum, men hann leggur dent á, at ein forsetisráðharri ikki kann ávirka málið.

Carl Bildt sigur, at um en svenskur forsetisráðharri hevði roynt at fingið ein ákærdan persón leyslatnan ella hevði biðið rættin um at leggja málið niður, hevði hetta ikki eydnast honum, og eisini hevði verið sannlíkt, at hann hevði verið koyrdur úr sessinum.

- Tey ákærdu fáa eina rættvísa rættargongd. Eingin ivi um tað. Úrslitið verður avgjørt í rættinum - uttan nakra uppílegging frá hægri politiskum myndugleikum. Tað er soleiðis, tað eigur at vera í einum fríum landi, sigur hann at enda.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder