Uttanlands

- Nú byrjar amerikanska stjórheitstíðin

Trump setti ikki ljós sítt undir skeppumálið, tá hann helt innsetingarrøðu sína í Washington

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2025-01-20 18:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Tað eru broytingar í væntu, og tær byrja beinanvegin. Stórheitstíðin hjá USA byrjar aftur í dag.

Tað lovaði Donald Trump, tá hann fyri løtu síðani gjørdist tann bert næsti amerikanski forstin, sum hevur sitið í tvey ymisk tíðarskeið.

Donald Trump var 45. amerikanski forsetin í árunum 2017 til 2021, og í dag varð hann so innsesttur sum hin 47. amerikanski forsetin.

- Eg varð bjargaður av Guði

Donald Trump brúkti ein part av røðu síni – ikki óvæntað – serliga í byrjanini at tosa um seg sjálvan, og tann ágang hann hevur verið fyri hesi seinastu árini.

Umframt at greiða frá, at roynt hevur verið at sett honum forðingar í vegin, við at draga hann í rættin, so var hann eisini út fyri eini drápsroynd í Pennsylvania.

- Men eg slapp við lívinum. Eg varð bjargaður av Guði av eini orsøku – og tað var fyri at gera “America great again”, segði forsetin.

[object Object]

Ein røð av kravboðum beinanvegin

Hann kunngjørdi eisini, at hann so skjótt sum hann hevur sett seg til rættis í Hvítu Húsunum fer at seta eina røð av fyriskipanum ella kravboðum – dekretum – í verk við tí endamáli at endurskapa USA sum eitt stórbært land.

- Eg fari at innføra vanligt skynsemi (common sense) aftur.

Og so nevndi forsetin eina røð av tiltøkum, sum hann nú fer at seta í verk.

Eitt nú at seta undantaksstøðu í gildi fram við markinum til Meksiko og seta herin inn fyri at forða fyri innrásini av ólógligum fremmandafólki, sum vil sleppa inn í landið. Hann fer eisini í hernað móti øllum bandavirksemi í amerikanskum býum, og so skulu allir útlendskir lógloysingar vísast av landinum.

Drill, baby, drill

Trump fer eisini at seta gongd á boringina eftir olju. – “we’re gonna drill, baby, drill”.

- Oljan – "flótandi gullið undir okkum" – skal gera okkum til eitt ríkt land aftur. Vit fara at flyta olju út til allan heimin, og harvið gerst Amerika eitt ríkt land aftur.

Samstundis lovaði forsetin eisini at støðga innflatiónini, og at skipa fyri, at prísirnir lækka aftur. Hatta skal gerast við at leggja toll á útlendskar vørur, sum verða innfluttar til landið.

Hann fer eisini at uppbyggja eina sterka verju, fáa enda á øllum kríggjum. Meksikanski flógvin skal skifta navn til Amerikanski flógvin, og fjallið Denali í Alaska, skal aftur verða kallað Mount McKinley.

Og so skulu ráðharrar hansara eisini tryggja, at tað nú bara verða tvey kyn galdandi í USA: Kallkyn og kvennkyn.

[object Object]

Sáttarsemjari og sameinari

Sjálvur ætlar hann verða mintur sum sáttarsemjari og sameinari (peacemaker and unifier), og nevndi í hesum sambandi tey gleðiligu tíðindini frá í gjár, tá ísraelskir gíslar aftur vórðu sameindir við familjur sínar.

Donald Trump kom als ikki inn á kríggið í Ukraina, og hann nevndi ikki Grønland við einum orði heldur í røðu síni.

Men hann lovaði amerikanska fólkinum, at hann fór at víðka um amerikanska økið, tí hann ætlar sær at taka Panamaveitina aftur.

Fer at taka Panamaveitina aftur

Tað var eitt mistak og býttislig avgerð at geva Panamaveitina til Panama, tí nú verða amerikansk skip revsað við høgum kostnaði fyri at brúka kanalina, segði Trump.

- Vit góvu ikki Panamaveitina til Kina, sum nú stýrir kanalini, vit góvu veitina til Panama.

Umframt at lova at Panamaveitin aftur gerst amerikansk, so lovaði Donald Trump eisini, at amerikanska flaggið, Stars and Stripes, innan leingi fór at veitra á gongustjørnuni Mars.

- Vit standa á gáttini til tey fýra bestu árini í amerikanskari søgu. Gullaldurin er júst byrjaður, segði Trump. 

[object Object]Nógvir lógvabrestir vóru til røðuna hjá Donald Trump. Ein, sum fekk stóra smílið fram, var stjórin í SpaceX, Elon Musk, tá forsetin nevndi, at ætlanin er at senda amerikanskar astronautar út á Mars (Mynd: EPA)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder