Innanlands

- Nú skal sápufabrikkin rívast niður

Svend Krossstein byggir eina nýggja lagurhøll á økið í staðin

Thorshavns Mælkeforsyning og Margarinefabrikk bygdi bygningin í síni tíð. Sápufabrikkin Okkara flutti inn í 1940 (Mynd: Birgir Waag Høgnesen)

Thorshavns Mælkeforsyning og Margarinefabrikk bygdi bygningin í síni tíð. Sápufabrikkin Okkara flutti inn í 1940 (Mynd: Birgir Waag Høgnesen)

2022-04-21 11:01 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fólk frá Articon eru nú farin undir fyrireikandi arbeiðið at ríva niður gamla gula betongbygningin við Eystara Ringveg í Havn, fyrr Hoydalsvegur ella Sanatoriuvegur.

Tað er fyritøkan Svend Krossstein, ið eigur bygningin, sum hevur staðið staðið meira ella minni óbrúktur nógv tey seinastu árini.

Bygningurin er í so mikið ringum standi, at hann nú verður rivin niður, og bygd verður ein nýggj lagurhøll á staðnum, upplýsir Niklas Samuelsen, fíggjarleiðari hjá Svend Krossstein.

Einaferð hevði fyritøkan ætlanir um at byggja íbúðir í bygninginum, og søkti kommununa um loyvi til tað. Men Tórshavnar kommuna var ikki sinnað at geva frávik til galdandi byggisamtykt, og tann ætlanin fór tí fyri bakka.

Nú er so avgerð tikin um at byggja eina nýggja lagurhøll upp í staðin. Byggingin verður framd innan fyri galdandi byggisamtykt og verandi byggiloyvi, upplýsir Niklas Samuelsen.

Talan verður um ein 8 til 10 metra høgan bygning í tveimum hæddum. Nýtslan av bygninginum verður stórt sæð tann sama, sum hevur verið galdandi tey seinastu árini – til goymslu av tilfari.

Niklas Samuelsen sigur, at tað í seinastuni hevur verið sera avmarkað hvat verandi bygningur hevur kunna verið brúktur til av tí at hann var so illa farin orsaka av lekum og øðrum.

[object Object]
(Mynd: Birgir Waag Høgnesen)

Í løtuni verður gjørt klárt til at ríva bygningin niður – tað vil siga, at tað mesta verður avmonterað innan úr bygninginum. Nær sjálv niðurrívingin fer fram er ógreitt. Tað má samskipast við fleiri partar, tí helst verður neyðugt at steingja ringvegin av, meðan sjálv niðurrívingin fer fram.

Tað var Thorshavns Mælkeforsyning og Margerinefabrik, sum upprunaliga bygdi bygningin at hýsa sápufabrikkini Okkara. Bygningurin varð tikin í nýtslu í 1940.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder