Krøvini til Svøríki og Finnland fyri at gerast partur av Nato eru gingin á møti, og nú eiga londini at sleppa uppí felagsskapin, sigur Jens Stoltenberg, aðalskrivari.
Fyri at tey bæði norðurlendsku londini kunnu gerast limir, krevst undirtøka frá øllum teimum núverandi Nato-londunum, sum eru 30 í tali. 28 av teimum hava formliga góðkent umbønina hjá Svøríki og Finnlandi, og nú eru bert Ungarn og Turkaland eftir.
Í røðu, sum Stoltenberg helt í Madrid, vendi hann sær serliga til Turkaland.
– Á Nato-toppfuninum í Madrid í juni, varð avtala gjørd millum Turkaland, Svøríki og Finnland, og Svøríki og Finnland hava gjørt sín part. Nú er tíðin komin til at enda tilgongdina, so vit kunnu bjóða Svøríki go Finnland vælkomin.
Tað er serliga Turkaland, sum verður sæð sum ein møgulig forðing fyri Nato-limaskapi til Svøríki og Finnland. Í Ungarn skulu tey eftir ætlan atkvøða um at góðkenna umbønirnar um limaskap 7. desember, men turkar hava enn ikki boðað frá nakrari ætlan, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald