
Tá tað almenna fer undir nýggjar verkætlanir er umráðandi, at tær rúma øllum borgarum í landinum.
Tað sigur Uni Rasmussen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, sum hevur spurt Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, um hædd verður tikin fyri blindum og sjónveikum í nýggju bíleggingarskipanini til oyggja- og bygdaleiðir, sum Strandferðslan hevur bílagt.
– Tá talan er um nýggja bíleggingarskipan, so er av týdningi, at øll fáa ágóðan av henni, eisini blind og sjónveik, sigur Uni Rasmussen.
Allur fyrispurningurin kann lesast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald