Uttanlands

- Ódámligt lógvatak

Estiski stjórnarleiðarin skilir ikki at ungarski starvsbróður hennara kann vera so vinarligur mótvegis russiska forsetanum

Viktorb Orbán og Vladimir Putin hittust í Beijing í vikuni (Mynd: EPA)

Viktorb Orbán og Vladimir Putin hittust í Beijing í vikuni (Mynd: EPA)

2023-10-19 09:16 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Viktor Orbán, forsætisráðharri í ES- og Nato-limalandinum Ungarn, og Vladimir Putin, russiski forsetin, sum er eftirlýstur fyri krígsbrotsverk, hittust í vikuni og tóku lógvatak saman.

Myndin varð týsdagin at síggja í nógvum av heimsins miðlum, og sambært stjórnarleiðaranum í Estlandi, Kaja Kallas, var hetta ógvuliga ódámligt at síggja. Tað segði hon í gjár í eini samrøðu við Reuters.

- Hvussu kann ein taka í hondina á einum brotsmanni, sum hevur byrjað eitt kríggj, serliga tá ein kemur frá einum landi við søguni, sum Ungarn hevur? spyr hon og vísir á ungarska uppreisturin í 1956, sum Sovjetsamveldið bardi niður.

[object Object]
Kaja Kallas, estisk forsætisrákvinna (Mynd: EPA)

Kaja Kallas og estar yvirhøvur óttast russar og átala harðliga krígnum hjá Putin í Ukraina, meðan Viktor Orbán týsdagin millum annað segði, at Ungarn “ongantíð hevur ynskt ein samanbrest við Russland”.

Fundurin millum Orban og Putin fór fram í kinesiska høvuðsstaðnum, har fleiri av heimsins leiðarum hava verið staddir í sambandi við toppfund í samgonguni kallað “One Belt One Road”, sum Kina hevur tikið stig til, og sum snýr seg um at betra um undirstøðukervið millum Kina og umheimin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder