Ovasti smittuserfrøðingurin hjá amerikonsku stjórnini, Anthony Fauci heldur, at Omikron-frábrigdið fer at geva okkum ein harðan vetur um allan heimin – við nógvum avmarkingum og nógvum trýsti á heilsuverkið.
Eisini ávarar hann um, at smittan fer at spjaða seg enn meira orsakað av øllum ferðafólkunum, sum ferðast í sambandi við høgtíðina.
Tað er greitt, at Omikron spjaðir seg óvanliga skjótt, sigur hann. Og hóast vit higartil hava sæð ábendingar um, at nýggja frábrigdið gevur mildari sjúkueyðkenni enn eitt nú Delta-frábrigdið, verður talan kortini um nógvar smittutilburðir, og lága talið á innleggingum kann eisini vera orsakað av, at fólk hava ment mótstøðuføri í øðrum smittubylgjum, heldur hann.
– Okkara sjúkrahús fara at vera undir stórum trýsti um eina ella tvær vikur, um núverandi gongdin heldur fram, sigur Fauci sambært Ritzau.
1. desember skrásetti USA 86.000 nýggjar smittutilburðir, og tvær vikur seinni – 14. desember – var talið 117.000, og tað er ein vøkstur á 36 prosent.
Sunnudagin boðaðu tveir amerikanskir senatorar – Elisabeth Warren og Cory Booker – frá, at teir høvdu fingið staðfest smittuna, hóast tey vóru koppsett tríggjar ferðir. Á Twitter varð tó eisini boðað frá, at sjúkueyðkennini vóru mild.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald