Tað fór ein ylur gjøgnum salin, tá Bárður á Steig, løgmaður, lat brævbjálvan upp og skuldi avdúka hvør vinnarin av Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins var. Hetta hendi á einum sjónvarpaðum hátíðarhaldi inni í vakra leikhússalinum í Skuespillerhuset við bryggjukantin niðast á Sankt Annæ Plads í Keypmannahavn.
Føroya løgmaður og Naalakkersuisut siulittaasuat, Múte B. Egede, vóru blivnir kallaðir upp á pallin, tí teir skuldu hava heiðurin at handa ta virðislønina hjá Norðurlandaráðnum, sum verður mett sum tann tignarligasta, eisini tí at tað er hon, ið hevur verið givin longst.
Tvær ferðir hevur ein føroyingur fingið hesa virðisløn. Rói Patursson í 1986 og William Heinesen í 1965, men tá mátti hann deila hana við ein svenskan rithøvund.
Men ongantíð hevur ein grønlendingur fingið hesa virðisløn. “Hetta mást tú heldur lesa”, segði Bárður og rætti Múte lepan.
Og so var greitt, at bert 31 ára gamla Niviaq Korneliussen hevði vunnið heiðurslønina. Og harvið vóru tað Føroyar og Grønland, sum stóðu eftir sum móttakarar av teimum størstu heiðrunum hetta kvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald