Uttanlands

– Okkurt má gerast

Heimsheilsustovnurin skal styrkja arbeiðið ímóti kynsligari misnýtslu, siga fleiri enn 50 limalond

Tað, sum hendi í Kongo í tíðarskeiðnum 2018 - 2020 er ófyrigeviligt, segði Tedros Adhanom Ghebreyesus, aðalstjóri (Savnsmynd)

Tað, sum hendi í Kongo í tíðarskeiðnum 2018 - 2020 er ófyrigeviligt, segði Tedros Adhanom Ghebreyesus, aðalstjóri (Savnsmynd)

2022-01-30 13:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin heittu fleiri enn 50 limalond á Heimsheilsustovnin (WHO) um at arbeiða meira fyri at forða kynsligari misnýtslu, eftir at tað í heyst kom fram, at yvir 80 neyðhjálparfólk – harav fleiri hjá WHO – høvdu misnýtt kvinnur og gentur undir einum ebolaútbroti í Fólkaræðislýðveldinum Kongo í tíðarskeiðnum 2018 - 2020.

Millum tey 50 eru Stórabretland, Kanada, ES og Suðurafrika.

Bretski ST-sendimaðurin, Simon Hanley sigur, vegna limalondini, at tey vóna, at ovasta leiðslan fer at gera nakað við málið, og at mann eigur at hava ein nulltoleransupolitikk.

Tá frágreiðingin kom út í september í fjør segði Tedros Adhanom Ghebreyesus, aðalstjóri hjá WHO, at talan var um nakað ófyrigeviligt, sum ongantíð átti at hent. Hann segði tað vera hansara persónliga ábyrgd at tryggja, at brotsmenninir vórðu ábyrgdaðir fyri tað.

Yvir 50 kvinnur løgdu tilsamans 83 neyðhjálparfólk undir at hava kynsliga misnýtt tær. Í níggju førum var talan um neyðtøku. 21 av neyðhjálparfólkunum vóru í starvi hjá WHO, skrivar Ritzau.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder